Flóðaldan frá tí harða jarðskjálvtanum í Kili bleiv nógv minni, enn serfrøðingar stúrdu fyri, og í náttt varð ávaringin tikin aftur. Á Hawaii-oyggjunum var aldan ikki meiri enn ein metur høg, og hon var uppaftur lægri, tá hon seinni kom til Japan og russisku oynna Kamtsjatka, skrivar Reuters.
Upprunaliga ávaraðu amerikonsku myndugleikarnir um flóðalduvanda í øllum teimum 53 londunum í og við Kyrrahavið.
Á kilsku Juan Fernandez-oyggjunum doyðu trý fólk, tá flóðaldan kom hagar, og 10 onnur eru ikki komin afturíaftur.