Amerikonsku myndugleikarnir hava nú sent út ávaring um, at tann harði jarðskjálvtin í Kili í nátt kann senda flóðaldu út um alt Kyrrahavið. Ávaringin er galdandi fyri 53 lond fram við ella í Kyrrahavinum, skrivar AP.
Myndugleikarnir í Kili, Peru og Ekvador sendu út flóðalduávaring longu í nátt, og í morgun gjørdu myndugleikarnir í Kolombia, Panama og Costa Rica tað sama. Japan hevur eisini ávarað um flóðaldu har.
Men nú hevur USA so ávarað um vanda fyri flóðaldu í øllum londum í ella við Kyrrahavið.









