Flóðalduávaring í Japan

Myndugleikarnir í Japan ávaraðu í nátt um vanda fyri flóðaldu eftir ein jarðskjálvta í landnyrðingspartinum av landinum. Veðurstovan í Tokyo segði, at jarðskjálvtin var 6,7 á Richter-stiganum. Einki er tó frætt um skaða.

Tíðindastovurnar skriva, at jarðskjálvtin var í tí økinum, sum fór serliga illa av jarðskjálvtanum og flóðalduni tann 11. mars.

Sambært veðurstovuni var miðdepilin í skjálvtanum einar 20 kilometrar undir havbotninum einar 30 fjórðingar úr býnum Miyako á eysturstrondini.