Flóðalduávaring í Alaska

Amerikonsku myndugleikarnir hava sent út flóðalduávaring í Alaska eftir ein harðan jarðskjálvta undir havbotninum í Kyrrahavinum í nátt. Skjálvtin, sum var 7,4 á Richterstiganum, hevði miðdepil einar 90 fjórðingar frá fiskivinnubýnum Atka í Aleutian-oyggjunum, sum eru partur av Alaska.

Enn er einki frætt um skaða av sjálvum jarðskjálvtanum.

Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at talan var um tveir jarðskjálvtar, og at tann seinni var næstan líka harður sum tann fyrri, ið var 7,4 á Richterstiganum.