Flóðaldan 10 metrar høg

Tann ógvusligi jarðskjálvtin við Japan í morgun hevur elvt til uppaftur størri flóðaldu, enn jarðfrøðistovnurin ávaraði um. Í teirri fyrstu ávaringini stóð, at flóðaldan kundi vera upp í seks metrar høg, men nú verður sagt, at aldan kann koma upp í 10 metra hædd.

Tíðindastovurnar skriva, at flóðaldan, sum skolaði inn yvir býin Sendai, var um 10 metrar til hæddar. Býurin er bara 130 kilometrar frá miðdeplinum í jarðskjálvtanum.

Myndugleikarnir siga, at sjógvurin hevur tikið bilar, skip og hús við sær, og at skaðin er stórur. Í hvussu er eitt fólk hevur latið lív, men fleiri hava fingið skaða.

Fólk í Tokyo vóru ræðslusligin og runnu út á gøturnar, tá bygningarnir fóru at skelva. Floghavnin í býnum er stongd, og telefonsambandið virkar illa, verður sagt.