Flóðaldan, sum kom aftan á ein jarðskjálvta har vesturi í Indonesia. hevur kravt meiri enn 100 mannalív. Myndugleikarnir bera kortini ótta fyri, at talið á deyðum fer at veksa, tí meiri enn 500 fólk eru ikki komin afturíaftur.
Jarðskjálvtin, sum var 7,5 á Richter-stiganum, skakaði oyggjabólkin Mentawai vestan fyri oynna Sumatra í gjárkvøldið.
Myndugleikarnir sendu alt fyri eitt flóðalduávaring, men hon bleiv avblást stutt eftir. Tað vísti seg kortini seinni, at jarðskjálvtin hevði elvt til eina tríggjar metrar høga flóðaldu, sum hevði skolað umleið tíggju bygdir burtur.
Í einum øki eru umleið 200 fólk ikki komin afturíaftur aftan á flóðalduna, og enn hava bjargingarlið bara funnið 40 teirra á lívi.