Flóðalda rakt oyggjar í Kyrrahavinum

Ein flóðalda frá jarðskjálvtanum í Kili í nátt hevur rakt Robinson Crusoe-oynna, sum er smáar 400 fjórðingar úr kilsku strondini. Kilski forsetin, Michelle Bachelet, sigur, at myndugleikarnir hava sent eitt bjargingarskip til oynna.

Samstundis siga myndugleikarnir, at flóðaldan hevur gjørt stóran skaða á Juan Fernández-oyggjunum, og at hon hóttir Páskaoynna.

Amerikonsku myndugleikarnir hava ávarað um, at flóðaldan frá jarðskjálvtanum í Kili kann raka øll tey 53 londini í og við Kyrrahavið. Eitt nú vænta teir, at ein fimm metrar høg flóðalda fer at koma til Hawaii-oyggjarnar um níggjutíðina í kvøld okkara tíð.