Føroya Kommunufelag boðar frá, at felagið tekur ikki undir við ætlanunum hjá Fíggjarmálaráðnum.
Tað sigur felagið í skrivi.
Felagið móttók uppskot til broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum tann 20. september, við hoyringsfreist 26. september. Stutta hoyringsfreistin og vantandi útrokningar av árinunum av uppskotinum ger, at uppskotið ikki kann fáa nøktandi politiska viðgerð.
Felagið mótmælir harðliga, at fáa so stutta tíð at viðgera uppskot sum raka fíggingina av kommununum. Rættast var, at felagið var tikið uppá ráð, tá broytingar av hesum slag eru á veg.
Søguliga, hevur landið brúkt kommunukassarnar at fíggja sítt virksemi við. Vit síggja í seinasta uppskotinum um fígging til eldrarøktina, at landið allarnáðigst vil lata kommununum fígging fyri økið við at lata aftur tað, sum landið hevur tikið frá kommununum. Tað seinasta inntrivið er pensionsskatturin. Av øðrum kann nevnast DIS, FAS, fiskimannafrádrátturin, botnfrádrátturin og uttanlandsfrádráttur.
Tá broytingaruppskot var til somu lóg í 2012, heitti felagið á Fíggjarmálaráðið at útgreina virknaðin av uppskotinum á kommunurnar. Hetta fekk felagið ongan tíð svar uppá.
Í viðmerkingum til uppskotið sigir Fíggjarmálaráðið, at í 2018, tá ið hámarkið er komið niður á 100 tús. kr. og stuðulin er lækkaður niður í 30%, verður talan um eina árliga sparing fyri landið á góðar 15,9 mió. kr., meðan kommunurnar spara góðar 700 tús. kr.
Hetta vísir, sum felagið eisini førir fram, hvussu landið fíggjar sín politikk við pengum úr kommunukassunum.
Føroya Kommunufelag mótmælir harðliga hesum framgangshætti landsins mótvegis kommununum.