Eins og undanfarin ár skipar limanevndin hjá FK í Eysturoynni fyri jólahugnakvøldi í ár, og verður hetta hugnakvøldið hildið á Muntra í Fuglafirði 2. des. 1999, kl. 19.30.
Borðreitt verður kaffi/te við onkrum góðum afturvið. Felagssangur, upplestur/undirhald, spurnarkapping og burturlutan.
Allir FK-limir í Eysturoynni eru vælkomnir til hetta felags jólahugnakvøldið á Muntra í Fuglafirði, sigur limanevndini.










