FK í Fuglafirði nýggjan bygning

Gamli handilsbygningurin hjá Føroya Keypsamtøku í Fuglafirði verður skiftur út við nýggjan og størri handilsbygning

Gamli handilsbygningurin hjá FK í Fuglafirði er nú vorðin ov gamal og ótíðarhóskandi. Eisini er sera trongligt hjá viðskiftafólki at koma til handilin. Parkeringsplássini framman fyri verandi handil eru fá, og ringt er hjá avbygdafólki at finna fram til handilin.


Nýggi handilsbygningurin verður bygdur við høvuðsvegin í bygdini. Bygningurin verður um 700 fermetrar og verður partvíst bygdur oman á kappróðrarneystini. Ein partur av bygninginum verður í tveimum hæddum.



Kommunan ger grundøkið byggibúgvið og fer í hesum sambandi at flyta omankoyringina til kaiina nakað longur 'norður', so pláss verður fyri nýggja bygninginum hjá Keypsamtøkuni, veit netavísin.fo at siga.

'So skjótt alt tað formliga er komið upp á pláss, verður farið undir bygging av nýggjum handilsbygningi," sigur Rói Eliasen við Netavísina.  Gongur eftir ætlan, verður byrjað upp á nýggja bygningin fyrst í apríl, og skal hann standa liðugur í summar.