FK fær umsíðir byggiloyvi

Hóast býráðið er sinnað at geva Keypssamtøkuni eitt grundøki í Klaksvík, eru øll ikki eins fegin um tað. – Hetta er sum eitt plástur uppá sárið, sigur Kári Kjelnæs, sum í síni tíð sat í býráðnum.

Klaksvík: Á býráðsfundi í Klaksvík í kvøld fer Klaksvíkar kommuna at geva Keypssamtøkuni byggiloyvi nýggjan handilsbygning.

Tekniska nevnd hjá býráðnum hevur mælt til, at Keypssamtøkan fær eitt øki norðanfyri Statoil-støðina í Nólsoyar Pálls Gøtu.

Á hesum staði hava klaksvíkingar bátar sínar standandi, og tí mugu hesir nú víkja fyri handilsbygninginum.

Keypssamtøkan hevur fyri mongum árum síðani søkt um byggiloyvi í miðbýnum í Klaksvík, men higartil er hetta ikki vorðið til nakað.

Ikki fyrrenn nú – á fundi í kvøld – sær umsíðir út til at hetta kann gerast veruleiki.


Fiskur ella handil

Í einum lesarabrævi í farnu viku vísti Kári Kjelnæs, fyrrverandi býráðspolitikkari í Klaksvík á, at tað líkist mestsum einum plástri á sárið at geva Keypssamtøkuni byggiloyvi á hesum staði og beint nú.

- Nú er so ætlanin at geva byggiloyvi á eitt sera centralt og í forvegin upptikið øki. Hetta økið er ein forlonging av verandi fiskaríhavn á Stongunum, skrivar Kári.

Her eru bátabrúgvar við møguleikar at seta bæði bátar og bilar frá sær. Og hetta er haraftrat eitt vakurt øki, sum ætlanin nú er at geva Keypssamtøkuni.

- Skal byggjast, má byggjast við skynsemi, sigur hann.


Skilaleyst

Millum tað vanliga fólkið í Klaksvík er somuleiðis stórur áhugi fyri hesum málinum – og kanska mest stórur ivi um, tað yvirhøvur er rætt at lata Keypssamtøkuna byggja júst á hesum staði.

Í eini viðmerking til tjakið í Norðlýsinum sigur ein klaksvíkingur, at tað er skilaleyst at byggja ein FK- handil við bátabrúgvarnar.

Fyri henda klaksvíkingin kemur avgerðina at fáa fleiri fylgjur:


Eingin hugni longur við bátabrúgvarnar

Ein stórur kolossur kemur at liggja tætt við bátarnir

Onki øki at seta bátarnar á

Eini seks húski fram við Nólsoyar Pálls Gøtu missa útsýnið út á vánna


- Tá Býráðshúsið sjálvt varð bygt, var á sama hátt bygt beint upp fyri vindeyga hjá øðrum. Ótrúligt, at man ikki kann læra av slíkum. Grannarnir eiga í hesum føri at kæra, sigur hesin klaksvíkingurin.

Gongst sum ætlað fer helst ein nýggjur FK-handil at liggja á hesum staði í framtíðini.