Føroya Keypsamtøka hevur latið upp í nýggjum hølum í Klaksvík fyrrapartin.
Byggingin hevur gingið væl. Norðhús fór undir arbeiðið í juni í ár, og tað vóru lidnir fyri tveimum vikum síðan. Síðan hava starvsfólkini rætta inn og sett upp á hyllarnar.
Bygningurin kostaði 10 milliónir krónur við 1000 fermetrum. Gamli handilin var 200 fermetrar til støddar.