FK, sum hevur verið í Fuglafirði við sínum matvøruhandli í nógv ár, byggir nú nýggjan handilsbygning oman á kappróðrarneystið niðri í bygdini.
Umframt at bygt verður oman á verandi neyst, verður nýggi handilin eisini bygdur fleiri metrar út eftir lendinum, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at FK eigur grundøkið undir nýggja handilsbygninginum - og eisini tann partin, sum verður bygdur oman á kappróðrarneystið.










