Undirhald
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Á Norðoyastevnu í ár verður roynt at gera meir til stuttleika fyri teim yngru børnunum ? og kanska eisini fyri "de barnlige sjæle".
Klovnarnir Fjotto og Bobo hava undirhildi kring allar Føroyar, og á Norðoyastevnu koma teir at vitja Klaksvík.
Her fara teir at undirhalda og vísa síni gandakynstir fyri bæði ungum og gomlum.
Teir báðir verða at hitta í fimleikarhøllini fríggjakvøldið klokkan 20, og aftur Norðoyastevnuaftan klokkan 19.30.