Fjotti og Bobo í Lognbrá

Nú sunnudagin hava norðoyingar aftur møguleika at síggja teir báðar Fjotta og Bobo gera síni mongu kynstur

Klaksvík:
Sunnudagin 14.04.02 klokkan 16 fara Fjotti og Bobo at undirhalda í Klaksvík. Tiltakið er ein partur av bilsølustevnuni í Klaksvík. Tiltakið var eisini í fjør, og royndist tað so væl, at Fjotti og Bobo vórðu bidnir aftur í ár.
- Á henda hátt kunnu foreldur trygg fara at hyggja eftir bilunum, meðan klovnarnir undirhalda børnunum, sigur ein av fyrireikarunum. Fjotti og Bobo skulu sostatt uppptraðka til barnatiltakið í Lognbrá sunnudagin klokkan 16, og komandi vikuskiftið verða teir við á Føroya vikuni í SMS, har teir fara at gera mangt spennandi.
Á skránni hjá teimum eru gandakynstur, sangur og ikki at gloyma, tey mongu spennandi ballóndjórini.
Eftir ætlan fara teir báðir Fjotti og Bobo til Danmarkar á Hvítusunnu, har teir skulu vitja Pjerrot, sum var í Føroyum herfyri. Teir skulu venja og upptraðka saman við mongum øðrum á einum trúboðara tiltaki á Mors.
Sosialurin frættir, at Fjotti og Bobo hesa seinastu tíðina hava gjørt nógv við at venja. Jákup Veyhe, sum vit millum annað kenna frá Pipar og Salt, og sum hevur leikstjórnað skemtileikunum Mostir Charley og Renn fyri vívinum, hevur lagt teimum lag á. Hetta er gjørt fyri at Fjotti og Bobo skulu vera so væl fyri sum gjørligt, nú teir fara út um landoddarnar at upptraðka.
Tá Pjerrot var her á sinni, varð avtalað, at teir báðir skuldu fara til Danmarkar, so at Pjerrot kundi síggja teir bæði undir og venjing og meðan teir upptraðka.
Tá Fjotti og Bobo koma heimaftur, er Norðoyastevnan tað fyrsta tiltakið, sum er á skránni. Norðoyastevnan verður vikuskiftið 01. og 02. juni.