Fjórðstørsta floghavn í ríkinum

Einans flogvøllirnir í Keypmannahavn, Billund og Aalborg eru størri enn Vága floghavn, tá talan er um ferðafólkatal.

Vøksturin í ferðafólkatalinum hjá Vága floghavn seinastu árini merkir, at flogvøllurin nú er fjórðstørsti flogvøllur í ríkinum, hvat ferðafólkatali viðvíkur. Einans flogvøllirnir í Keypmannahavn, Billund og Aalborg eru størri. Hetta stendur at lesa í árskunningarritinum frá Sørvágs kommunu, har ymiskar fyritøkur eisini bera kommununi eina heilsan.

 

Í kunningarritinum skrivar leiðslan í Vága floghavn, at hon væntar, at vøksturin í ferðafólkatali í 2014 fer at liggja um sjey prosent og at samlaða ferðafólkatalið tí fer at fara upp um 250.000 ferðafólk.

 

Hvat 2015 viðvíkur, so er ilt at meta um, men Vága floghavn væntar tó, at talan verður um vøkstur aftur í ferðafólkatalinum, tó minni enn undanfarin ár. Tað er tó greitt, at einki oljuvirksemi verður á Vága floghavn í 2015.