Fleiri dystir hava í kvøld verið á skránni í Premier League. Millum annað hava bæði Manchester United og Liverpool verið í dysti, sum bæði liðini vunnu.
Manchester United vann 2-1 á heimavølli móti Stoke. Marouane Fellaini legði Manchester United á odda í fyrra hálvleiki, men stutt áðrenn hálvleik eydnaðist tað Steven Nzonzi at javna fyri Stoke. Sigursmálið í dystinum kom, tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki. Málið skeyt Juan Mata eftir frísparksinnlegg, ið fór framvið øllum leikarunum í feltinum.
Stoke var tó um reppi at javna í yvirtíðini, tá teir í trimum førum brendu stórar møguleikar.
Hóast Liverpool var aftanfyri 1-0 móti Leicester, eydnaðist tað Liverpool at venda ósigrinum til ein sigur. Liverpool vann dystin 3-1.
Úrslit í Premier League í kvøld:
Leicester City – Liverpool 1-3 (1-1)
1-0 Simon Mignolet, sjálvmál, 22.
1-1 Adam Lallana, 27.
1-2 Steven Gerrard, 54.
1-3 Jordan Henderson, 84.
Burnley – Newcastle United 1-1 (1-0)
1-0 George Boyd, 34.
1-1 Papiss Cissé, 48.
Manchester United – Stoke 2-1 (1-1)
1-0 Marouane Fellaini, 21.
1-1 Steven Nzonzi, 39.
2-1 Juan Mata, 59.
Swansea – Queens Park Rangers 2-0 (0-0)
1-0 Sung-Yueng Ki, 78.
2-0 Wayne Routledge, 83.
Crystal Palace – Aston Villa 0-1 (0-1)
0-1 Christian Benteke, 32.
West Bromwich Albion – West Ham 1-2 (1-2)
1-0 Craig Dawson, 10.
1-1 Kevin Nolan, 35.
1-2 James Tomkins, 45.










