Fjórði hvør atkvøddi fyri tjóðskaparflokki í Slovenia

SDS verður størsti flokkur á valinum í Slovenia. Men flokkurin kann tó ikki eintýðugt kallast vinnari

Høgratjóðskaparligi flokkurin SDS verður greitt størsti flokkur eftir valið í Slovenia í gjár.

 

Flokkurin fekk 25 prosent av atkvøðunum, sum merkir, at SDS kann seta seg á 25 av teimum 90 sessunum í tjóðartinginum.

 

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

 

Slovenski Fólkaræðisligi Flokkurin, SDS, sum hevur ført valstríð undir slagorðinum »Slovenia fyrst«, kann tó ikki kalla seg sum vinnari.

 

Tað er lagt upp til samráðingar millum fleiri flokkar um at skipa stjórn. Og hinir flokkarnir hava ikki víst stóran vilja til at bjóða SDS og floksleiðaranum Janez Jansa innar,s krivar Reuters.

 

Einasti flokkur, sum hevur sagt, at hann vil samstarva við 59 ára gamla Jans og SDS, er miðhøgraflokkurin Nýtt Slovenia, sum fekk stuðul frá 7 prosentum at veljarunum.

 

Ein mótmælisflokkur, LMS, undir leiðslu av fyrrverandi komikaranum, Marjan Sarec, verður næststørsti flokkur við 12,7 prosentum av veljarunum. Flokkurin fær harvið 13 sessir í tjóðartinginum.

 

SDS hevur undir valstríðnum fingið stuðul úr grannalandinum Ungarn av høgranationala forsætisráðharranum, Viktor Orbán.

 

Eins og Orbán hevur Jansa verið sera kritiskur ímóti innflytarum. Slovenia var eitt av londunum, men merktir stórt trýst á landamørkini, tá yvir ein millión mikgrantar og flóttar royndu at koma til Evropa í 2015.

 

1,7 milliónir fólk høvdu valrætt á valium í gjár. Tey kundu velja millum 25 flokkar.

 

Fleiri politiskir viðmerkjarar vænta, at tað fer at taka minst tveir mánaðir at skipa nýggja stjórn.

 

Valið var í ótíð, av tí at forsætisráðharrin, Miro Cerar, í mars fór frá, eftir at hægstirættur hevði ógyldað eina atkvøðugreiðsluna um ein stóra tokverkætlan.

Mið-vinstra politikarin hevði sitið sum forsætisráðharri síðani 2014.  Tá vann flokkurin hansara, Miro Cerar-flokkurin, tjóðartingsvalið, sjálvt um flokkurin bar hevði seks vikur á baki.

 

/ritzau/