Í oktober gevst Fjord Line, at sigla til Hanstholm. Grundgevingin er, at útbyggingarmøguleikarnir, í Hanstholm, tróta. Samstundis sum vit flyta frá Hanstholm til Hirtshals, flyta vit eisini frá Egersund í Norra til eina nýggja ferjuhavn í Risavika í Stavanger, sigur virkandi stjórin Gert Balling við Thisted Dagblad.
Vit kunnu ikki sigla til Hanstholm, um vit skulu liva upp til okkara málsetning, sum er, at gerast størri, tí útbyggingarmøguleikarnir tróta í Hanstholm, sigur Gert Balling.
Stjórin í Hanstholm Havn, Birgitte Juul, er sera hørm um avgerðina. Fjord Line hevur havt ferjusamband til Hanstholm síðan 1993, tá ið teir byrjaðu rutusamband millum Vestur-Norra og Danmark.