Fjølmiðlarnir sleppa kortini við til fundin hjá Tjóðveldi

Tað sigur Høgni í Stórustovu, aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi

Kvinna kemur í mans stað í morgin, tá Tjóðveldi fer at velja nýggja forkvinnu í staðin fyri Høgna Hoydal, sum síðsta fríggjadag legði frá sær sum formaður í flokkinum eftir 24 ár

Sum vit skrivaðu fyri løtu síðani, so var ikki ætlanin, at fjølmiðlarnir skuldu verða við til atkvøðugreiðsluna. Men tann avgerðin er eftir øllum at døma broytt, og Tjóðveldi hevur sent út soljóðandi tíðindaskriv:

 

Leygardagin 2. november hevur Tjóðveldi eykafloksting í samband við, at Høgni Hoydal hevur boðað frá, at hann fer frá sum formaður.

 

Val av forfólki er fast punkt á skránni til árliga flokstingið, sum verður hildið um várið.

Av tí at Tjóðveldi skal hava nýtt forfólk í úrtíð er neyðugt við einum eykaflokstingi.

Tí eru einans tvey evni á skrá, sum eru:

 

  • Val av forfólki
  • Val av næstforfólki

 

Skráin:

 

  1. Aðalstjórnarforfólkið setir tingið
  2. Tingið skipar seg við tingforfólki og tingskrivara
  3. Val av forfólki
  4. Val av næstforfólki.

 

Eykaflokstingið verður á Hotel Føroyum kl 12.00.

Allir limir og tjóðveldisáhugað eru vælkomin. Vit bjóða ein lítlan drekkamunn.

Miðlar eru eisini vælkomnir at vera til staðar meðan eykaflokstingið er.

Spurningur og samrøður kunnu gerast tá eykaflokstingið er liðugt.

 

 

 

 

 

Floksleiðslan í Tjóðveldi

 

 

 

Kvinna kemur í mans stað í morgin, tá Tjóðveldi fer at velja nýggja forkvinnu í staðin fyri Høgna Hoydal, sum síðsta fríggjadag legði frá sær sum formaður í flokkinum eftir 24 ár