Tá in.fo seinnapartin spurdi Bárð Nielsen, løgmann, og Christian Andreasen, formann Fólkafloksins á tingi, um rúskdrekkakoyringina hjá Jørgen Niclasen í síðstu viku, hevði hvørgin teirra fingið boð um lógarbrotið hjá formanni Fólkafloksins.
Tí hevur løgmaður handlað skjótt, eftir at hann gjørdist varugur við trupulleikan hjá Jørgen Niclasen, sum hann ikki hevur boðað leiðara sínum í landsstýrinum frá.
– Tað er sera álvarsamt, at ein landsstýrismaður koyrir fullur.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur.
– Ein landsstýrismaður, sum verður tikin fyri rúsdrekkakoyring, kann ikki vera sitandi, segði Bjørn á Heygum, áðrenn boðini komu frá løgmanni um, at Jørgen Niclaen varð loystur úr starvi.
– Tað er eitt so álvarsamt lógarbrot, at tað ber als ikki til.
Landsstýrisfólk eru ikki vard av órini eins og løgtingsfólk eru. Tí kann ákæruvaldið skuldseta Jørgen Niclasen, uttan fyrst at spyrja Løgtingið.
Løgreglan kann tí taka koyrikoyrtið frá Jørgen Niclasen alt fyri eitt, um tey halda seg vera vís í, at hann verður dømdur fyri rúsdrekkakoyring, tá hann kemur í rættin.
Jørgen Niclasen er valdur á ting, og hann kann helst taka tingsessin uppaftur, um hann vil tað. Um so verður, so rýkur Heðin Zachariassen, varamaður hjá Jørgen Niclasen, úr Løgtinginum.
Tað kemur uttan iva sera illa við hjá Fólkaflokkinum at fáa hendan trupulleikan at dragast við nú, at formaðurin verður dømdur fyri rúsdrekkakoyring. Tí er hugsandi, at hann ikki tekur sæti á tingi – í øllum førum fyribils.
Fólkaflokkurin skal hava landsfund hendan mánaðin. Tað er landsfundurin, sum varð útsettur í november.
Tað er stríð um valdið í Fólkaflokkinum, og tað er valla hugsandi, at Fólkaflokkurin fer at velja Jørgen Niclasen í formanssessin aftur, tá hann stendur fyri einum dómi fyri rúsdrekkakoyring. Tí er hugsandi, at tíðin hjá Jørgen Niclasen í politikki er farin.