Fjølmiðlafólk bjóðað á útferð

Skipað var fyri serligum tiltaki fyri fjølmiðlunum í dag

Í sambandi við dystin á Tórsvølli í kvøld millum Føroyar og Týskland eru okkurt um 150 fjølmiðlafólk komin til landið.

 

Tí skipaðu Smyril Line, Visit Faroe Islands og Bakkafrost fyri tiltaki fyrr í dag, har fjølmiðlafólkini kundu uppliva nakað av tí, sum Føroyar hava at bjóða.

 

- Hetta hevur verið ein góður dagur, og eg haldi, at tey fingu nógv burturúr hesi upplivingini í Føroyum, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari í Smyril Line.

 

Byrjað varð klokkan 11 fyrrapartin á Østrøm, har útvið 60 fjølmiðlafólk møttu upp. Tey kundu velja at fara á tveir ymsar túrar. Annar túrurin var at fara ein túr at sigla við Westward Ho, meðan hin møguleikin var at fara gongutúr út í Tinganes at heilsa upp á Løgmann og síðani sigla við skjóttgangandi bátinum, Rib62.

 

Hereftir savnaðust tey øll aftur í Østrøm, har tey fingu føroyskan laks og lamb til matna.

 

Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, helt ein fyrilestur um Føroyar, har hon eisini greiddi frá nýggja brandinum.

 

- Tað er ikki oftari enn so, at vit fáa høvi at vísa so stórum fjølmiðlum so sum RTL, Das Bild, Sky Sports og øðrum, hvat Føroyar hava at bjóða, og tí kann hetta hava stóra ávirkan á føroysku ferðavinnuna, sigur Henny á Líknargøtu.

 

Hoyr alla samrøðuna við Henny á Líknargøtu við at trýsta á pílin undir myndini.