Fjølmiðladeyðin nær

Eru vit so býtt?

Sum støðan er í løtuni, so verður einki umboð fyri føroyska ítróttarjournalistikkin við í Belfast, tá okkara stolta A-landslið skal spæla EM undankappingardyst móti Norðurírlandi í komandi mánaði.

 

Hóast tað er lutfaldsliga bíligari at flúgva, journalistarnir kunnu røkja fleiri uppgávur og arbeiðisumhvørvið er digital og lættari at fáast við, enn fyri 24 árum síðani, so minkar talið av journalistum, sum eru við landsliðnum á ferð í hvørjum.

 

Tá Føroyar spældu í Kasakstan farna kappingarár var ongin føroyskur fjølmiðil við. Tað kundi tykjast sum eitt eindømi, tí talan var um land langt vekk við strongum innfarakrøvum. Tað fekk millum annað málverjin, Gunnar Nielsen, at sanna, tá hann kundi verið burturvístur, tí hann hevði gloymt passið.

 

Tíverri sær tað út til, at tað bara var byrjanin upp á ein veruleika, sum vit mugu venja okkum við. Pengarnir eru ikki til staðar longur. Fjølmiðlarnir eru týndir fyri pengar, meðan tað ongantíð hava verið fleiri pengar í føroyskum landsliðsfótbólti. Mentamálaráði týnir Kringvarpið og vil ikki geva niðurbarda stóvninum fleiri pengar, men við lýsingarpengunum halda teir lív í Kringvarpinum, fyri síðani at týna hinar fjølmiðlarnar, sum veruliga liva av lýsingarpengum. Atlantic Airways spælir ikki við longur og nú fer landsliðið avstað uttan nakran fjølmiðil. Sostatt verður føroyski dekningurin av dystinum tað, sum vit síggja í sjónvarpinum.

 

Hvat vilja vit?

 

Kringvarpið manglar áleið fýra milliónir krónur fyri at kunna framleiða A-landsdystirnar fyri UEFA. Og tað fyri ein væl bíligari prís enn týska fyritøkan, sum kom allan tann langa vegin til Føroyar við bæði arbeiðisfólki og útgerð. Tað eru fýra milliónir krónur, sum Kringvarpið hevði fingið innaftur upp á eina undankapping í yvirskoti av at framleiða dystirnar.

 

Heldur standa vit í dag í eini støðu, har Kringvarpið hevur keypt rættindini til dystirnar, men nú ikki kann senda fólk avstað til Belfast. Boðini frá leiðsluni hjá Miðlahúsinum er, at tað eru ongir pengar at fylgja landsliðnum. Dysturin er jú í sjónvarpinum!

 

Meðan okkara politikkarar rópa um at fáa fólk at koma aftur til Føroyar, so taka teir tey bestu og mest áhugaverdu størvini frá okkum. Úlendingar skulu framleiða landsdystir, ein eginleiki sum Kringvarpið annars hevur prógvað, at tey kunnu við føroyskari arbeiðskraft. Einastu fjølmiðlastørvini sum verða eftir við hetta lag eru samdøgurðslangar portal-vaktir, við copy-paste tíðindum frá fsf.fo og heimasíðunum hjá feløgunum, meðan formenn og íðnir fjepparar skulu geva lurtaranum eina greiða mynd av gongdini í einum dysti sunnudag, har liðið hjá teimum spælir. Hetta tí Kringvarpið ikki hevur pengar til at senda journalistar til dystirnar.

 

Kom heim til eitt spennandi Føroyar – keyp tær eina teldu og lær teg copy-paste, tykjast boðini verða av landsins ovast hædd.

 

Eru vit so býtt?

 

Eru vit so býtt, at tað er líka mikið hvussu ítrótturin í Føroyum verður dekkaður av fjølmiðlunum? Er tað fínt, at portalarnir bara kopiera tað, sum verður sent út frá FSF og øðrum síðum, sum hava áhugamál í dekkninginum av einum dysti og ávísum hendingum?

 

Tá eg hyggi meg um í samfelagnum, so hugsi eg at soleiðis er – yvir allan kambin. Serliga tykist politiska skipanin liva væl av at fjølmiðlarnir bløða. Tað gongur so eisini útyvir ítróttin og okkara stolta landsliðið, sum annars hevur áhugan hjá okkum flestu.

 

Klumman í Sosialinum, mánadagin 22. septembur 2014


P.S: Síðani klumman bleiv skrivað er støðan hjá Miðlahúsinum broytt. Helst verður eitt umboð við á ferðini alíkavæl.