Fjøllini av á hesum sinni

Nú heystfrítíðin er av, eru eisini einastu heystfjøllini gingin.

Nú heystfrítíðin er av, eru eisini einastu heystfjøllini gingin.

 

Tað var vanligt fyrr, at ganga heystfjøllini um miðan oktober, serliga tá ið heystfritíðin var, men soleiðis er ikki longur.

 

Menn eru byrjaðir at ganga skurðfjøllini fyrr enn áður, og hetta kemst allarhelst av, at seyðurin bara lætnar, longur út á heystið tað kemur.

 

Tað er kortnini ikki allastaðni, at tað ber til at ganga heystfjøllini fyrr enn í heystfrítíðini, tí nógvar bygdir og hagar eru tengdir at, nær skúlaungdómurin fær frí. Og tí ber als ikki til at ganga fjøllini fyrr enn í heystfrítíðini.

 

Í Nólsoy vóru teir seinasta fjalldagin leygardagin, og hóast vindurin var nógvur, var tað turt, og tað gjørdi munin. Dagurin hildnaðist væl, og tað gekk skjótt í hond, so menn vóru á rætt við seinnu gonguni ein tíma fyrr enn vanligt.

 

So nú má roknast við, at seinastu heystfjøllini eru gingin.