Fjølbroytt blað um mentan og list

Í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum hesaferð er nýggja ískoytisblaðið »Mentan« við á fyrsta sinni. Talan er um fjølbroytt blað, har skrivað verður um mentan og list í breiðum høpi.

Í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum hesaferð er nýggja ískoytisblaðið »Mentan« við á fyrsta sinni. Talan er um fjølbroytt blað, har skrivað verður um mentan og list í breiðum høpi.

 

Inger Smærup Sørensen sigur, at ætlanin er at koma runt í føroyska listaheiminum og at fáa nógv av okkara dugaligu fólkum at skriva um list og mentan – at skriva bókaummæli, skriva um tónleik, um mentanarpolitikk, um myndlist, listaútbúgving og um barnamentan. Alt upprunatilfar.

 

Sum nakað serligt eru miðsíðurnar prýddar við eini plakat – hesaferð ein, sum Kjartan Hansen, sjónleikari, hevur gjørt.

 

Blaðið verður í Sosialinum einaferð um mánaðin, og kemur næsta blaðið 11. apríl.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Rás2 hevði við Inger Smærup Sørensen um blaðið.

 

Blaðið kann eisini keypast í talgildum forma VIÐ AT TRÝSTA HER