Fjepparnir taka lógvatak

Upphitingin til stóra fjepparaátakið byrjar í ?Glitnir? klokkan 12 í morgin. Fyrireikarnir hava fingið játtaðan stuðul frá ?Guligans?, ?Ultras?, ?Red Lions?, ?Bláu Bylgjuni?, ?White Tigers? og ?Frensinum?. Fjepparar hjá øðrum fótbóltsfeløgum eru eisini hjartaliga vælkomnir til tað stóra fjepparaátakið. Fjepparaátakið hevur brúk fyri øllum fólki, sum vilja stuðla forkunnuga átakinum.

 

Klokkan 14.30 verður tann stóri, sameindi fjepparaskarin klárur í B36-skýlinum, og fara fjepparnir at geva sín greiða og stóra stuðul til U21-landsliðið, bæði áðrenn dystin og meðan dysturin er. Fyrireikarnir vóna, at lívliga fjepparafjøldin fer at seta lív í alla áskoðarafjøldina, so U21 landsliðið veruliga fer at merkja ein stóran og breiðan uppbakkning.

 

Seinni um kvøldið, klokkan 19.30 seta fjepparnir aftur hvørjum øðrum stevnu, har A-landsdysturin millum Eysturríki og Føroyar í Graz verður vístur á stórskíggja í Glitnir.