Fjeppararnir hjá AB og B36 gera klárt til grannauppgerðina í effo-deildini millum feløgini, sum byrjar klokkan 17.15 seinnapartin í dag.
Andrass Drangastein, AB-fjeppari metir B36 verða eitt gott lið, og hann væntar ein torføran dyst, men hann undirstrikar, at AB hevur staðið seg søguliga gott ímóti B36 úti á Argjum.
Baldvin Baldvinsson, B36-fjeppari er nøgdur um B36 kemur aftur av Argjum við einum stigi, tí hann staðfestir, at talan er um ein torføran útidyst.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eitt prát við Baldvin Baldvinsson og Andrass Drangastein.