22 ára gamli Morten Benjamin frá X-Factor fær nógv rós frá sínum fjepparum á Facebook. Fjeppararnir halda, at Morten Benjamin avgjørt kann klára seg uttanfyri X-Factor.
- Eg eri takksamur fyri, at tey hugsa soleiðis um meg. Men nú eri eg við í X-Factor, sum eisini gevur mær nógvar møguleikar. Men tað er styrkjandi at hoyra, at fólk halda eg kann klára meg uttan X-Factor, sigur Morten Benjamin.
Á Facebook síðuni eru yvir 8000 fjepparar, sum hava jalig orð at bera Morten Benjamin.
Morten Benjamin sigur, at hann hevur eitt løgið forhold til slíkar sosialar síður sum Facebook, men hann er kortini glaður fyri álitisváttanina.
Morten Benjamin sigur við bt.dk, at hann ikki ber ótta fyri at enda í Tivoli og selja bamsur har, eins og vinnarin frá síðsta ár ger.
- Tað kann væl vera, at eg endi sama stað. Men óansæð um eg verið sendur úr X-Factor í morgin, so er tað framvegis ein góð uppliving eg havi fingið, sigur hann við bt.dk










