Fjepparar til landsdyst

Fólk frá Tempur Sealy Danmark eru komin higar at stuðla føroyska landsliðnum.

Fólk frá Tempur Sealy Danmark eru komin higar at stuðla føroyska landsliðnum.

 

Konsulentarnir, Lis Jacobsen og Flemming Hansen, saman við stjóranum, Mark Reeh Pedersen, eru komin higar í samband við landsdystin millum Føroyar og Norðurírland.

 

Lis Jacobsen sigur, at hon var til dystin á Tórsvølli millum Grikkaland og Føroyar. Tað var ein so stór uppliving, at hon nú hevur fingið starvsfelagar við sær til dystin í kvøld.

 

Í hesum sambandi bjóða tey til straffispark kapping inni í Ide Húsinum, har til ber at sparka bóltin í málið og fáa heilt upp 50% í avslátti.

 

- Kappingin verður í dag og í morgin, leggja tey aftrat.