Fjepparar skriva sangir fyri Sepultura

Metalbólkurin gera nú eina kapping fyri fjeppararnar á MySpace.

Tá Sepultra geva teirra komandi fløgu út, verður ein av sangunum partvíst skrivaður av einum fjeppara. Brasilski metal-bólkurin arbeiðir í løtuni við einari konseptfløgu, ið er íblást av kenda filminum ?A Clockwork Orange? hjá Stanley Kubrics.

Í tí sambandi bjóðar bólkurin fjepparum at senda nakrar reglur inn, ið verða grundarlag fyri einum av sangunum.

 

Einasta krav er, at teksturin er íblástur av kenda filminum.

Hepni vinnarin verður almannakunngjørdur 23. mai og verður sjálvur eigari av sanginum.

Øll, ið vilja luttaka, kunnu senda teirra uppskot til MySpace síðuna hjá bólkinum innan 11. mai.