Sunnudagin fingu fólk møguleikan at siga deyða rocktónleikaranum Chuck Berry farvæl. Chuck Berry lá í opnari kistu á spælistaðnum The Pageant í heimbýnum St. Louis, og hagar komu nógv fólk at síggja rocktónleikaran eina seinastu ferð.
Almenna minningarløtan vardi í fýra tímar, áðrenn privata jarðarferðin varð hildin.
Chuck Berry var undangongumaður innan rock ’n’ roll tónleikin, og millum hansara kendastu sangir eru Sweet Little Sixteen og Roll Over Beethoven.
Chuck Berry doyði 90 ára gamal tann 18. mars.