Fjepparar hjá BK Häcken undirmeta KÍ

Hjá nøkrum BK Häcken fjepparum er eingin ivi um, at Häcken vinnur ein lættan sigur á KÍ

Ársins dystur, um ikki aldarinnar dystur verður við Djúpumýru í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19.45 tá svenska meistaraliðið, BK Häcken úr gamla arbeiðaraøkinum, Hissingen í Göteborg kemur á vitjan í øðrum undanumfarinum í Champions League. 

 

Hjá fleiri av fjepparunum hjá BK Häcken er eingin ivi um, at Häcken vinnur ein lættan sigur á KÍ. Tað sæst aftur í tí sum hesir fjeppararnir viðmerkja á almennu facebook-síðuni hjá Häcken um dystirnar móti KÍ. 

 

Her síggjast nøkur dømi frá facebook-síðuni hjá BK Häcken: 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##