Fjepparar hava vælgerandi uppboðssølu

Liverpool Føroyar savnar pening inn til eitt vælgerandi endamál á ein serligan hátt

Fjepparafelagið, Liverpool Føroyar skipar fyri einari serligari uppboðssølu í hesum døgum.

 

Teir hava fingið ein hondgjørdan sonevndan "LIVERBIRD" (ummál: 25 x 15 cm) til endamálið.

 

Serligi fuglurin stendur á einari plátu sum er á stødd við eitt A4 ark. Tilfarið er úr rústfríum stáli at selja á uppboðssøla. Tað er bara ein fuglur framleiddur, so hetta er nakað heilt serligt hjá fólki at ogna sær, meta teir hjá Liverpool Føroyum.

 

Endamálið við uppboðssøluni er at savnað penging inn til eitt vælgerandi endamál herheima, seinast lat Liverpool Føroyar 12.500,- kr til Barnadeildini Landssjúkrahúsinum.

 

Stuðlin hesufer fer óskerdur til Beran Hetta er ein serligur Birdur og tí væntar Liverpool Føroyar at fáa minst 2.500,- fyri hann, og tí bjóðar Liverpool Føroyar 2.499,-.

 

Uppboðssølan á hesum sinni endar 29. juni klokkan 18.

 

Boðið er í skrivandi stund komið uppá 4.000 krónur.