Fjepparar flenna at NSÍ

Á eini fjepparakjaksíðu hjá Rosenborg verður dúgliga kjakast um uppgávuna hjá liðnum í morgin. Og tað eyðsæð, at teir vænta sær ein trivaligan sigur móti NSÍ í Gundadali í annað kvøld. Omanfyri eru nøkur av , sum ymsir fjepparar hava skrivað.

FÓTBÓLTUR

 

- Hetta má helst líkjast einum sokallaðum WalkOver, ikki so?

 

- Møguliga eru teir ikki so vánaligir, hahaha?

 

- Mær vitandi kann føroyskur fótbóltur samanberast við norku aðru og triðju deild. Vit hava havt trupulleikar av tílíkum liðum áður...

 

- Eg tippi 7-0 til Rosenborg.

 

- Tað er imponerandi, at eitt lið úr einari føroyskari bygd hevur eitt fyrstalið, næstbesta lið, triðja lið OG eitt fjórða lið! Spæla øll fótbólt í Føroyum?

 

- Man to watch: Karoly Potemkin

 

- Teir eru ikki serliga raskir at dagføra heimasíðuna. Eg vildi mett, at uppgávan móti Rosenborg eru stórtíðindi har yviri.

 

- Helmingurin av liðnum hjá NSÍ eru landsliðsleikarar, uttan at tað sigur serliga nógv.