Fjepparapanel á FM1 seinnapartin

Í dag manna Allan Samuelsen (HB), Jóhan Johannesen (NSÍ), Bogi Simonsen (B36) og Eyðun Thorgeirsson (KÍ) fótbóltspanelið á FM1

Fótbóltspanelið verður sum vant á FM1 seinnapartin klokkan 16.10 í dag. Tó verður talan um eitt øðrvísi fótbóltspanel.


Dagsins fótbóltspanel verður mannað við fýra væl orðaðum og ídnum fjepparum hjá topp 4 liðunum í Betrideildini hjá monnum.

 

Allan Samuelsen, HB-fjeppari, Jóhan Johannesen, NSÍ-fjeppari, Bogi Simonsen, B36-fjeppari og Eyðun Thorgeirsson, KÍ-fjeppari mannað fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag.

 

Lurtarar kunnu senda viðmerkingar og spurningar til panelið á nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Í tímanum millum klokkan 15.10 og 16 verður hondbólts og flogbóltsupptakt á FM1, har m.a. verður prátað við Turið Arge Samuelsen, landsliðsspælara sum spælari við Hauki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.