Sum vanligt verður sendingin "Fótbóltspanelið" á skrá á Rás2 klokkan 16.10 í dag. Tróndur Arge er burturstaddur, og tí verður leisturin eitt sindur øðrvísi í dag.
Heri Simonsen fer at manna fótbóltspanelið við fýra kendum fótbóltsfjepparum, sum duga og tora at siga sína meining.
Teir, sum manna fótbóltspanelið í dag verða John Andersen, NSÍ og Rúni Klein Joensen, Víkingur (myndin). Harumframt koma Eyðun Thorgeirsson, KÍ og Bogi Simonsen, B36 at manna fótbóltspanelið. John og Bogi verða í Rásarúminum í Krosslíð, og Rúni og Eyðun verða á linjuni úr Norðragøtu og Klaksvík.
Lurtarar, sum hava viðmerkingar og spurningar til teir fýra fótbóltspanel-luttakararnar kunnu senda eitt sms inn til nummar 559999.
Rás2 hoyrist á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Aftaná lokna sending verður sendingin løgd út á in.fo.