Fjelljom í Vesturkirkjuni

Norska kórið Fjellrom fer saman við føroysku oktettini Skýrák at hava konsert í Vesturkirkjuni sunnudagin 27. juli klokkan 18.

MARIT MORDAL stjórnar. Maður hennara, kvívíkingurin Hans Iversen, syngur við og leggur sangarunum góð ráð. Tey bæði eru sanglærarar og starvast í Molde.

Á skránni hjá Fjellrom er norskur fólkatónleikur, sum m.o. Henning Sommero, Trond Kverno og Gunnar Eriksson hava lagt til rættis

Føroyska oktettin SKÝRÁK, har tey bæði Hans og Marit eisini syngja, fer at luttaka við tónlistarverkum eftir Kára Bæk, umframt at tey syngja okkurt verk saman við norska kórinum.

Viðmerkjast kann, at konsertin í ólavssøkuskránni stendur at vera klokkan 17. Hetta er broytt til klokkan 18.