Rolf Guttesen
11. juni 2007
Eg skal ikki gita um, hvar Leo Poulsen býr, ella hvat hann annars hevur tikist við her í lívinum. Tað hevur einki við sakina at gera. Og sakin er, at Poulsen hevur refererað eitt ummæli í Børsen av bókini hjá Astrup um bankasøguna í Føroyum.
Tað er skrivað av Hugo Gården, sum arbeiðir fyri ”Børsen” í kinesiska býnum Shanghai. Mín kritikkur var, at hetta referat hjá Poulsen - enda í annan - var misskilt, tendentiøst og bert hevði sum endamál at styðja upp undir mytur um, at ”Nyrup og danir høvdu skyldina.”
Poulsen ikki førur fyri at svara
Tíverri er tað so, at Poulsen ikki er førur fyri at vísa einum einasta kritikk-punkti hjá mær aftur, men vevur um alt møgulig annað, sum ongan relevans hevur. Eg skal ikki taka alt hansara svass uppaftur, tað duga lesararnir saktans á at skyna sjálvir. Eg loyvi mær bara at kalla tað vánaligt journalist-arbeiði.
Eg vísti á, at í greinayvirskriftini hjá Poulsen vóru ikki minni enn tríggir faktuellir feilir, sum ongan stuðul høvdu, hvørki í greinini hjá Gården ella í bókini hjá Astrup. Haraftrat vísti eg á, at Poulsen ikki so frægt sum dugir at skriva av. Endurgevur eitt citat skeivt, við skeivari meining. Aftur vánaligt journalist-arbeiði.
Poulsen heldur, at tað diskvalificerar meg, at eg ikki havi adressu í Føroyum, men búgvi í Brøndbyøster. Men hví er Hugo Gården, sum býr tíggju ferðir longri burturi, í Shanghai, og sum kanska ongantíð hevur verið í Føroyum, eitt serligt sannleiksvitni?
Hvar hevur Poulsen verið?
Hvussu ber tað til, at føroyska bókin hjá Astrup og Jóan Paula, sum kom út fyri hálvum ári síðani, yvirhøvur ikki hevur fingið nakra umtalu í blaðnum? Hvar var Poulsen tá?
Hvussu ber tað til, at bókin hjá Astrup á donskum, sum kom í mai mánaði, heldur ikki hevur fingið nakra umtalu? Hvar var Poulsen tá?
Hvussu ber tað til, at eitt stutt og ikki serliga beinrakið ummæli í útlendskum blað, fær Poulsen at vakna? Hví er tað nú knappliga ”big news” í Føroyum, at eitt danskt blað skrivar um eina bók.? Hví skrivar Poulsen so eitt vánaligt referat, fylt við feilum og tendentiøsum útleggingum?
Kanska tað einasta, sum kvalificerar mangulfulla ummæli í Børsen at koma fram í Sosialinum, er, at tað serliga umtalar politikarar og Nyrup! Tí hetta kann brúkast til at dyrka mytuna um, at tað vóru ”hinir”, sum høvdu skuldina.. ”Góða mamma tað var ikki eg, dreingirnir teir fýrdu meg.”
Poulsen diskvalificerar sín egna blaðstjóra
At enda má eg siga, at tað undrar meg stórliga, hvussu Poulsen óbeinleiðis leggur á sín egna blaðstjóra. Poulsen háar mína skriving, sum mest hevur verið í Sosialinum. Eitt nú skrivaði eg í 2005 - eftir avtalu við blaðstjóran - eina grein um vikuna til ”vinnusíðurnar.”
Eg hoyrdi einki um, at tær vóru ”veruleikafjarar,” ella at eg var ”klókur upp á hvat sum helst.” Men Poulsen sigur nú óbeinleiðis, at blaðstjórin ikki dugdi at meta um kvalitetin á tí vøru, hann sjálvur hevði bestilt. Álvarslig skuldseting?
Dugir Poulsen at svara?
Av tí at Poulsen ikki hevur svarað upp á nakað sum helst, so spyrji eg einaferð aftrat:
Meinar tú, at ”Nyrup (hevði) skuldina av bankakreppuni?”
Meinar tú, at henda skuldseting kann lesast úr ummælinum hjá Hugo Gården?
Meinar tú, at henda skuldseting kann finnast í bókini hjá Astrup?