Fjarnám í Klaksvík

Fjarlestrardepil er nú ein veruleiki í Klaks­vík. Í hølun­um hjá Íverk­setara­hús­in­um er nú skipaður ein út­búgv­ingardepil, sum knýtir sam­bond millum fjarlesandi og lestrar­stað.
Depilin fer at virka sum tilboð til teirra, ið ætla undir hægri útbúgving, hægri ískoyt­­is­­útbúgving ella und­ir endur­útbúgving og uppskúl­ing.

Vakstarætlan í Klaksvíkar kommunu
Í Klaksvík kundi verið fleiri útbúgvingarmøguleikar, og tí verður stig tikið til at fáa boðið borgarunum ein møguleika at menna seg í nærumhvørvinum. Fólk velja at búseta seg í umhvørvi, har tey á ungum árum trívast, og tí er tað av stórum týdningi, at kommunan hevur fleiri til­boð til ung eins og til teirra, ið hava búsett seg. Vakstar­ætlanin, kommunan í seina­stu setu læt gera, vísti, at ov fáir møguleikar at búgva, starvast og at lesa eru í býnum. Tilmælið í vakstrar­ætlanini var, at meira fjøl­broytni kring høvuðs­vinnuna bæði viðvíkjandi undirvísing og útbúgvingarstovnum er neyðug í Klaksvík. Sum lið í hesi menningarætlan fer býráðið at bjóða lestrar­um­hvørvi til teirra, ið búgva í umhvørvinum.

Ymsar útbúgvingar
Lestrardepilin fer at bjóða heilar útbúgvingar út, so møgu­ligt er at nema sær heilar útbúgvingar umvegis fjar­lestur. Umframt heilar útbúgvingar verður arbeitt við at fáa boðið styttri og longri stakskeið út, alt frá universitetsstøði til styttri førleika­mennandi skeið. Har­umframt er ætlanin, at lestrardepilin skal kunna veita virkjum og øðrum vinnu­ligum áhugaðum skeið.
Fjarlestrar­depilin skal bjóða lesandi lestrar­veg­leið­ing í lestrarskeiðinum. Hvørja lestrarhálvu verða skeið í uppgávuskriving, verkætlan og metodu. Harumframt kunnu onnur viðkomandi skeið eisini verða boðin.
Innivist til lesandi
At lesa við hús kann fyri mong tykjast og trongligt ella óskipað. Stýrið fyri depilin hevur mett, at tað er av størsta týdningi at heva lesandi umstøður at lesa. Tí verður skipað fyri hølisviðurskifti á deplinum við neyðugum amboðum til fjarlesandi. Á deplinum skulu fjarlesandi kunna fylgja fyrilestrum og/ella undirvísing umvegis alneti, taka lut í skeiðum, fáa leið­beining í sambandi við útbúgv­ingina og lesa og loysa uppgávur sjálvur ella í bólka­arbeiði saman við øðrum fjarlesandi.

Ynski um lestur
Tey lesandi kunnu sjálv koma til Fjarlestardepilin við unskjum um lestur. Depilin hjálpir fólki at fáa tilknýti til ávísa útbúgving/útbúgv­ingar­stað, tey hava áhuga í. Á henda hátt lagast tænastan eftir­spurninginum, og fólk kunnu altíð finna ta útbúgving, teu hava áhuga í. Á henda hátt verður tæn­astan góð og alla tíðina dag­førd.
Øll hjálp frá fjarlestrar­deplinum er ókeypis hjá borg­arum í Klaksvíkar Kommunu. Onnur áhugað úr øðrum kommunum eru somuleiðis vælkomin umvegis gjald fyri somu tænastu. Tænastan er annars skipað soleiðis, at hin lesandi rindar allan kostnað, útbúgvingin annars kostar frá útbúgvingarstovninum.
Áhugað kunnu venda sær til fjarnam@fjarnam.fo
-------
Stýrið fyri Fjarlestardepilin
Óluva Klettskarð, forkvinna
Eyðstein Poulsen, næstformaður
Maiken Skarðenni, stýrislimur