Fjarlesturin víðkaður

Seinastu trý árini hava næmingar kring alt landið tikið lut í FHS fjarlestrinum, sum Føroya Handilsskúli á Kambsdali bjóðar út. Nú verður tilboðið víðkað til eisini at umfata HH lærugreinir. Fram til 8. juni ber til at søkja um upptøku á FHS og HH sum fjarlestur.

Komandi skúlaár verður møguleiki at lesa Hægri Handilsskúla (HH) sum fjarlestur.

Seinastu trý árini hava tey, sum áður hava verið foraði í at taka eina miðnámsútbúgving, havt ein nýggjan møguleika. Føroya Handilsskúli á Kambsdali hevur nevniliga fyriskipað FHS stakgreinalestur sum fjarlestur. Útbúgvingin hevur verið stak væl móttikin og úrslitini hava verið góð, og tískil hevur skúlin saman við Mentamálaráðnum avgjørt at víðka um møguleikarnar.

HH uppá 4 ár
FHS fjarlesturin hevur verið fyriskipaður á tann hátt, at møguleiki hevur verið fyri at taka útbúgvingina uppá tvey ár.

Ætlanin er at fyriskipað HH fjarlesturin á sama hátt. HH er ein útbúgving í vanliga tekur 2 ár. Við fjarlestrinum verður møguligt hjá fólki at taka útbúgvingina uppá 4 ár.

1 ára HH møguligt
Í fleiri ár hevur skúlin ikki havt møguleika at bjóða næmingum sokallaðu HHS útbúgvingina, sum er ætlað næmingum við øðrum miðnámsútbúgvingum enn handilsskúlaútbúgvingum.

Eftirspurningurin hevur tó verið stórur, og tí fer fjarlesturin at vera skipaður soleiðis at tey, ið ynskja hesa serligu HHS útbúgvingingina kunnu taka neyðugu lærugreinirnar komandi tvey árini.

Trý væleydnað ár
Fyrstu trý árini hava víst, at stórur tørvur er á fjarlestrartilboðum. Millum 30 og 40 hava luttikið í hvørjari lærugrein, og úrslitini hjá næmingunum hava higartil ligið nakað omanfyri miðal.

Lesturin er farin fram sum blandingslestur. T.v.s. at dagliga frálæran er farin fram umvegis telduna og vælvirkandi First Class skipanina hjá KT-deplinum. Harafturat hava næmingarnir havt høvi at hittast saman við lærarunum tvær ferðir hvørja lestrarhálvu.

Tørvur tykist verða á fleiri tilboðum, og tískil hevur skúlin gjørt av at bjóða HH lærugreinir út sum fjarlestur.

Miðnámsskúli til øll
Við fjarlestrinum hava øll ein veruligan møguleika at taka eina føroyska miðnámsútbúgving. Ætlanin er at røkka einum málbólki í føroyska samfelagnum, sum í dag ikki hevur góðar møguleikar at koma á miðnámsskúla. Hetta eru t.d. fólk á útoyggj ella fólk, sum, vegna arbeiðsstøðu ella sosialar og fysiskar umstøður, ikki hava møguleika at fara á miðnámsskúla.

Fjarlesturin verður fyriskipaður sum stakgreinalestur. T.v.s., at næmingar skulu til próvtøku í øllum lærugreinum. Hetta gevur møguleikar fyri at tillaga samlaða útbúgvingarskeiðið og valið av lærugreinum hjá hvørjum einstøkum eftir tørvi.

Nýggjar leiðir
Fjarlestur er í stórari menning og útbúgvingartilboðini floyma yvir okkum. Skúlin metir tað hava týdning, at eisini hesin útbúgvingarmøguleiki verður mentur í Føroyum, so føroyingar eru førir fyri at veita føroyingum útbúgving við fjarlestri.

Treytin fyri upptøku á FHS er nøktandi 9./10. floksprógv og HH nøktandi FHS prógv ella samsvarandi. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi starvsroyndir og kunnleika til teld. Umsóknarbløð og nærri kunning fáast við at venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali á 444 900 ella fhk@skulin.fo, og á heimasíðu skúlans, sum er www.fhk.fo. Umsóknarfreistin er 8. juni 2006.