Stríðið um prísirnar á fjarhita heldur fram.
Hóast Fjarhitafelagið hevur givið eina almenna frágreiðing um, hví prísirnir eru sum teir eru, vil fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum í Hoyvík ikki góðtaka hesar grundgevingar.
- Frágreiðingin frá Fjarhitafelagnum staðfestir tað mesta av tí, sum vit hava ført fram er skeivt, og tí er frágreiðingin als ikki nøktandi hjá okkum, sigur Súni Poulsen, sum er ein av fýra limum í fjarhitanevndini hjá eigarafeløgunum.
Brúkararnir av fjarhita hava fingið lyfti um, at teir ongantíð gjalda meira fyri fjarhitan enn oljuna. Fjarhitafelagið sigur seg leggja prísirnar soleiðis, at hetta lyftið verður hildið. Men fjarhitanevndin hjá brúkarunum heldur, at Fjarhitafelagið brýtur hetta lyftið.
Hetta er grundarlagið undir stríðnum, sum er fleiri ára gamalt.
Srtíðast um gjøldini
Tað eru fólk, sum búgva Millum Gilja, Eystan Gil, við Lítla Gil og Inni á Gøtu í Hoyvík, sum brúka avlopshitan frá brennistøðini á Sandvíkarhjalla.
Tórshavnar kommuna og SEV eiga felagsskapin, sum verður rikin av nevnd og eini dagligari leiðslu.
Brúkarar av fjarhita verða kravdir eftir trimum ymiskum gjøldum. Fyrst er tað íbindingargjaldið, tá fólk verða bundin í fjarhitaskipanina. Síðani gjalda tey eitt nýtslugjald, sum veldst um, hvussu nógvan fjarhita fólk nýta. Harafturat gjalda tey eitt fast árligt gjald.
Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum heldur, at øll trý gjøldini eru ov høgt ásett, og tað er tí, at nevndin stríðist við at fáa prísin niður ella at fáa eina óhefta kanning, sum skal gera eina niðurstøðu um prísirnar.
Hesa kanning vil eingin lova fjarhitanevndini.
Vil einki lova
Fjarhitanevndin hevur roynt at fingið býráðsformannin í Havn upp í málið, men hann vil ikki lova fjarhitabrúkarunum nakað.
Fyri trimum vikum síðani fundaðist fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum við býráðsformannin, men tað einasta hann kundi lova, var at hann kundi leggja málið fyri nevndina í Fjarhitafelagnum. Hann kundi ikki lova nakra óhefta kanning ella at býráðið legði upp í málið.
- Vit væntaðu okkum at fáa eitt svar eftir fundin við býráðsformannin, men tað hava vit ikki fingið, og tí fara vit at seta okkum aftur í samband við býráðsformannin, sigur Súni Poulsen, limur í fjarhitanevndini hjá eigarafeløgunum.
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, sigur seg onga viðmerking hava til málið.