Nei, her má vend koma í. Tað skal gerast bíligari at verða íbundin fjarhita. Víðari útbygging av fjarhitanetinum skal ikki halda fram, um útbyggingin byggir á lívrunnið brennievnið - her skulu grønar loysnir finnast.
Hitastøðirnar sum í dag standa runt um í býnum eru drivnar av olju - tær skulu umleggjast til grønar og meira varandi loysnir. Hyggja vit eftir okkara grannalondum sæst, at har er man komin víðari á hesum økinum, og at tær víðari útbyggingnar á fjarhitan, ið verða framdar byggja á grønar loysnir.
##med2##
Tað er umráðandi, at vend kemur í, tí Tórshavnar kommuna skal ganga á odda við tí grønu umleggingi.
X við Kára Johansen á lista C Javnaðarflokkurin.