Fjarferðing í Føroyum

Í teimum framkomnu ídnaðarsamfeløgunum er tað vorðið alsamt meiri vanligt at ferðast langa leið millum bústað og arbeiðspláss ? at fjarferðast/pendla millum bústað og arbeiðspláss.

Arbeiðsrit 8/2004

Í pørtum av Føroyum er fjarferðing eisini vorðin ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hetta ikki minst orsaka av framhaldandi útbygging av føroyska vegakervinum, sum í dag ger tað møguligt hjá umleið 75% av fólkinum at koyra í túni hjá hvørjum øðrum ? tá Norðoyartunnilin hava 85% av føroyingunum hendan møguleika.
Økta fjarferðingin hevur ført við sær, at summar føroyskar kommunur í dag kunnu sigast bera eyðkenni av at vera bústaðarkommunur. Hetta arbeiðsrit viðgerð tvær tílíkar kommunur, Hósvíkar og Kvívíkar kommunur. Galdandi fyri bæði Hósvíkar og Kvívíkar kommunur er, at stórur partur av fólkinum í arbeiðsførum aldri fjarferðast til arbeiðis uttanfyri kommunumark, í flestu førum til arbeiðis í Havn. Eisini er galdandi fyri báðar kommunur, at nógv fólk seinastu árini eru flutt higar og fjarferðast til arbeiðis uttanfyri kommunumark.
At nógv fjarferðast til arbeiðis í Havnini er sum so ikki so løgi, tí Høvuðsstaðarøkið (umframt Runavíkar og partvíst eisini Klaksvíkarøkið) er tann parturin av landinum, sum hevur hava havt størstu búskaparligu framgongdina seinastu árini. Har eru eisini flest arbeiðstilboð fyri fólk við hægri útbúgving, umframt nógv arbeiðstilboð innan tænastu- og handilsvinnuna. Tann stóri búskaparvøksturin í Havn hevur tó eisini ført við sær økt trýst á bústaðarmarknaðin og harvið hægri húsaprísir og leigukostnað. Harumframt eru bíðilisti á barnaansingarøkinum, og eisini er tørvur á útbyggingum á skúlaøkinum. Hesi viðurskifti ávirkað, tá fólk skulu gera av, hvar tey skulu seta búgv. Kanningin vísir eisini, at fyri fólk, sum hava valt at seta búgv í Hósvík og Kvívík seinastu árini, hevur tað havt týdning, at bústaðurin er bíligari enn í Havn og at nærumhvørvið er barnavinarligt.
Arbeiðsritið viðgerð eisini í hvønn mun tað ávirkar lokalsamfelagið sosialt, at stórur partar av fólkinum í arbeiðsførum aldri fjarferðast til arbeiðis aðrastaðni. Kanningar í eitt nú Onglandi og Írlandi vísa, at eitt høgt tal av fjarferðum (pendlarum) kann hava stóra negativa ávirkan á sosialu samansjóðingina av lokalsamfelagnum. Kanningar í Hósvík og Kvívík vísa, at hetta ikki er galdandi í hesum kommunum.
At enda viðgerð Arbeiðsritið eisini í hvønn mun Hósvíkar og Kvívíkar kommunur raðfesta tað, at skapa eitt gott bústaðarumhvørvið. Í mun til menningarætlaninar hjá eini vanligar føroyskari kommunu í 1970unum og 1980unum, har stórur dentur varð lagdur á at hava eitt sterkt lokalt vinnulív, so tykjast Hósvíkar og Kvívíkar kommuna í dag í stóran mun leggja dent á at skapa eitt gott bústaðarumhvørvið, og á tann hátt draga fólk til sín.
Arbeiðsritið kann takast niður á heimasíðuni hjá Granskingardeplinum fyri Økismenning:
www.region.fo
og fæst eisini í prentaðum líki við at venda sær til Granskingardepilin fyri Økismenning.