Fjarðarok í Klaksvík

Seinnapartin í gjár var rættiligt rok í einum høsnagarði í Klaksvík.

 

Ein hundur hevði smoygt sær inn í høsnagarðin og varð lopin á hønurnar. Av teimum 20 hønunum í garðinum, lógu 17 eftir á. Einans tríggjar sluppu við lívinum.

 

Løgreglan sigur, at hundafangarin í Klaksvík hevur fangað hundin, men hóast hann hevur hálsband, stóð einki navn á, so enn veit løgreglan ikki, hvør eigur hundin.