Tónleikalívið hevur altíð verið ríkt í Vestmanna. Og sunnudagin verður høvið at hoyra tveir at lokalu og kendu sangarunum royna seg á palli.
Kl. 16 verður nevniliga ein gospel og country-konsert í ítróttarhøllini, har Magni Christiansen og Martin Joensen fara á pall við bólkum sínum.
Teir hava roynt hetta mangar ferðir áður. Og tí er lítil ivi um, at áhoyrarunum stendur góður tónleikur í boði hesa løtuna.










