Fjarðastevna: Felagssangur og røða

Um midnáttarleitið leygarkvøldið verður stórt fýrverkarí sum kommunan skipar fyri.

Hetta hendir í samband við midnáttartiltakið, har Bjørn á Heygum fer at halda røðu.
Tiltakið byrjar kl. 23 við felagssangi á Torginum. Hesum tiltaki skipar Vestmanna Sangkór fyri. Tá fólk hava sungið í ein góðan hálvan tíma verður midnáttarrøðan og aftaná verður tað stóra fýrverkið.