Fjarðastevna: Bussar aftur og fram

Hóast væl er av parkeringsplássi í bygdini, so fáa tey vitjandi eitt gott høvi at sleppa bæði til bygdina og heimaftur við bussi.

Skipað er nevniliga soleiðis fyri at náttbussurin fer at koyra millum Vestmanna og Havnina bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Sambært hesi skrá koyrir hann úr Vestmanna kl. 23:30 og 3:30 og úr Havnini kl. 00:30 og 4:30. Leygarkvøldið verður eisini koyrt úr Vestmanna, tá dansurin er liðugur.
Fyri at veita eina so góða tænastu sum tilber verður skipað soleiðis fyri, at bussarnir koyra bæði um Kvívík og Kollafjørð um boðað verður frá hesum.