Fjarðastevna: Borgarstjórin byrjar stevnuna

Allar stevnur skulu setast, og tað verður Fjarðastevnan sjálvandi eisini.

Hetta hendir leygardagin kl. 13, tá Karl Olsen, borgarstjóri fer at seta stevnuna við Undirhúsið. Við hetta høvið fara ítróttarfólk úr  VÍF at ganga skrúðgongu úr skúlanum og oman á bryggjuna.
Við hesa setanina fer Vestmanna Sangkór at seta sín dám á við sangi sínum.