Fjarðarfestivalur í Skálafirði, ikki Fjarðafestivalur í Skálabotni!?

Skálfirðingar, hvar búgva teir?

FJARÐAR/FJARÐA: Verður hugsað um ein fjørð, Skálafjørð, so eitur festivalurin Fjarðarfestivalurin (fjarðar er hvørsfall eintal). Verður sipað til fleiri firðir, t.d. millum Fjarða, so skriva vit Fjarðafestivalurin (fjarða er hvørsfall fleirtal).

Tað sama er galdandi við t.d. Fjarðahúsum. Er talan um fleiri firðir, so eitur tað Fjarðahús. Tosa vit um ein fjørð, t.d. inni á/í Firði, so skriva vit Fjarðarhús.

SKÁLAFJØRÐUR/KALDBAKSBOTNUR: Okkara frálíka atlas sigur Skálafjørður og Kaldbaksbotnur. Eitur tað botnur, tá høgt er uppfyri, sum t.d. í Kaldbaksbotni? Hvat siga tey staðkønu? Okkurt eitur annars fjarðarbotnur!?

SKÁLFIRÐINGAR: Í Kollafirði búgva kollfirðingar; í Skálavík búgva skálvíkingar. Búgva skálfirðingar so í Skálafirði ella kring allan Skálafjørðin? Vakurt orð annars, skálfirðingar.

FESTIVALUR: Hví ikki fagnaður, ella kanska stevna!?

E. S.: Septembur: Skrivið nú ur-ending! Hvat av bløðunum torir fyrst?

Við fjarðarfagnaðarkvøðu

Á Borg á Argjum í akurskurð 2008