Fjarðahús hevur selt vørugoymsluna hjá timburhandli og byggibúð til Bygma Balslev, men heldur annars fram við virkseminum, sum frammanundan er í 360 á Hjalla.
Framvegis eigur Fjarðahús bygningin á Hjalla, sum hevur hýst timburdeildini, og hann verður nú brúktur til annað virksemi.
Timburdeildin og byggibúðin eru bara opnar í dag afturat, tí stongt verður frá leygardegnum 23. juli. Tó verða allir ordrar, sum liggja inni, avgreiddir sum vanligt, boðar Fjarðahús frá í tíðindaskrivi.
Fjarðahús heldur fram við tí virksemi, sum frammanundan er í 360 á Hjalla, ið fevnir um hvítvørur, køkar, innbúgv, súkklur og annað.